- Tíðindi, mentan og ítróttur
140 dagstovnapláss aftrat í Tórshavnar kommunu
140 dagstovnapláss aftrat í Tórshavnar kommunu
Ætlanin er m.a. at útbyggja dagstovnin á Hamrinum á Argjum

Tørvurin á barnaansingarplássum í høvuðsstaðnum er nógv vaksin, og nú verða 140 dagstovnapláss á veg aftrat.
Mynd: Savnsmynd
25.02.2022 - 09:10
140 nýggj dagsstovnapláss eru á veg í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni umbyggir kommunan Miðstovnin í Kongagøtu. Ætlandi verður bygningurin liðugur og klárur at taka í nýtslu í apríl.
Har verða 24 nýggj vøggustovupláss og ein barnagarðsstova, sum fer at hava 20 pláss.
Í lonunum í Hoydølum koma ein vøggustova og ein barnagarðsstova aftrat við 32 plássum.
Býráðið samtykti einmælt í gjár at gera hesar útbygginginar og játta tvær milliónir og 179.000 kr.
Kommunan fyrireikar eisini at byggja út dagstovnin á Hamrinum á Argjum.
Har koma fýra stovur, 64 pláss aftrat.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV