Kappróðrafeløg fáa nú bara stuðul til bátasmíð

Kappróðrafeløg fáa nú bara stuðul til bátasmíð
14 róðrarfeløg hava fingið stuðul úr Róðrargrunni Føroya minst eina ferð síðan 2018. Nú er stuðulin tilskilaður bátasmíð
 
24.02.2022 - 08:38

Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur í svari til Jaspur Langgaard, løgtingsmann, at 14 róðrarfeløg hava fingið stuðul úr Róðrargrunni Føroya minst eina ferð síðan 2018.

Stýrið í Róðrargrunninum virðir vilja løgtingsins og stuðlar bara feløgum, sum ætla at smíða nýggjar kappróðrarbátar,  hóast viðtøkurnar hjá grunninum, sum eru frá 1970, loyva øðrum stuðli. 

Men játtanin í fíggjarlógini ásetur síðani 2018, at hon er til bátasmíð og ikki annað.

Grunnurin fær 100.000 kr. um árið.

Grunnurin mælir til at hækka játtanina. 

Hetta er sjálvandi ein politiskur spurningur, sum kann verða viðgjørdur nærri, sigur Jenis av Rana.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035