Uni verður tilnevndur landsstýrismaður seinnapartin

Uni verður tilnevndur landsstýrismaður seinnapartin
Løgmaður fekk at vita seint í gjárkvøldið, at Uni Rasmussen skal vera landsstýrismaður í fíggjarmálum
Uni Rasmussen verður nýggjur landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hann verður tilnevndur í Tinganesi seinnapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.02.2022 - 09:53

Klokkan hálvgum tvey í dag fer Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at seta Una Rasmussen í Fólkaflokkinum í starvið sum landsstýrismaður í fíggjarmálum og samferðslumálum.

Tað verður í Eysturstovu í Løgmansskrivstovuni.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at hann fekk at vita seint í gjárkvøldið, at Fólkaflokkurin tilnevndi Una Rasmussen.

Jørgen Niclasen var eisini varaløgmaður.

Men Bárður á Steig Nielsen sigur, at hann hevur ikki enn avgjørt, hvør nú verður varaløgmaður. Men tað ger hann fyri klokkan hálvgum tvey í dag.

Sambært Fólkaflokkinum vildi løgmaður ikki hava Jacob Vestergaard aftur í landsstýrið.

Um tað sigur Bárður á Steig Nielsen, at hann hevur sagt á røttum staði, tað er við Fólkaflokkin, hvør støða hansara er um tað.

Hvør tann støðan er, vil hann ikki siga.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035