- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gjaldførið hálva milliard størri enn kravið

Gjaldførið hjá landskassanum er gott, og var við árslok eina hálva milliard kr. størri, enn kravið er.
Eftir lógini skal landskassin hava 15% av bruttotjóðarúrtøkuni í gjaldføri. Tað svaraði í 2021 til 3,3 mia. kr. Gjaldførið við árslok í 2021 var um 3,8 mia. kr., og tað eru 500 milliónir kr. meir enn tað, sum kravið er, skrivar Landsbankin.
Rindaðu 1,4 mia. kr. aftur
Gjaldførið var stórt við ársbyrjan. Ein orsøk til tað var eitt lán uppá 1,4 milliardir kr., sum varð tikið í 2020, fyri at byrgja fyri búskaparligu avleiðingunum av covid-19. Landskassin rindaði tær 1,4 milliardir kr. aftur í juni í fjør.
Eftir at lánið var afturgoldið, fall gjaldførið niður á minstagjaldførið og sveiggjaði harum, til umleið november, tá gjaldførið batnaði aftur.
Við ársenda var gjaldførið 500 mió. kr. oman fyri kravda minstagjaldførið. Í juni í ár fellur eitt lán uppá 1,3 milliardir kr. til gjaldingar, og av tí at gjaldførið er gott, er sannlíkt, at landið fer at rinda niður av skuldini, skrivar Landsbankin.