20 føroysk skip skulu minka útlátið

20 føroysk skip skulu minka útlátið
IMO hevur samtykt, at útlátið frá altjóða skipaferðsluni í 2050 skal vera 50 prosent minni enn tað var í 2008
MARPOL-sáttmálin, sum skal verja havið fyri dálking, er herdur, og tað ávirkar eisini føroysk skip, sigur Sjóvinnustýrið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.10.2021 - 08:28

Um stívliga eitt ár koma munandi harðari krøv um útlát hjá handilsskipum, sigur Sjóvinnustýrið.

Tað er beinleiðis avleiðing av IMO-ráðstevnuni MEPC 76, sum var í juni.

Hon broytti og herdi MARPOL-sáttmálan, sum skal verja havið fyri dálking.

Í Føroyum skulu 20 skip, sum eru bygd fyri 2013, í seinasta lagi í 2026 hava minkað CO2-útlátið í minsta lagi 16 prosent.  

Skip oman fyri 5.000 bruttotons

Hetta eru skip, sum eru oman fyri 5.000 bruttotons.

IMO hevur samtykt, at útlátið frá altjóða skipaferðsluni í 2050 skal vera 50 prosent minni enn tað var í 2008.

MEPC 76-avtalan kemur í gildi 1.november næsta ár. 

Og í seinasta lagi 1.januar 2023 skulu skipini, sum avtalan er um, hava ætlan um, hvussu tey minka útlátið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109