Tilboðini verða latin upp um eina viku

Tilboðini verða latin upp um eina viku
Bygningurin, sum skal hýsa Sjóvinnustýrinum á Giljanesi, er boðin út sum heildararbeiðstøka
Sjóvinnustýrið hevur síðani á sumri 2016 húsast í fyribilshølum í Havn
 
19.03.2021 - 10:56

Um eina viku fæst at vita, hvat bygningurin til Sjóvinnustýrið, sum skal byggjast á Giljanesi, fer at kosta.

Bygningurin er boðin út sum heildararbeiðstøka, og tann sum vinnur útboðið, skal tekna, projektera og byggja. Freistin at bjóða er á middegi 26. mars.

Løgtingið samtykti í 2017, at Sjóvinnustýrið skal byggja í Vágum fyri í mesta lagi 13,7 milliónir.

Men tá Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, fyrr í ár kom í løgtingið við lógaruppskoti um nýggjan bygning, var kostnaðarmetingin 26,3 milliónir krónur.

Sjóvinnustýrið hevur síðani á sumri 2016 húsast í fyribilshølum í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114