- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri løntakarar í desember
1. desember vóru 27.700 løntakarar í landinum, 300 fleiri enn sama tíðarskeið í 2019. Vøksturin er 1,2 prosent, vísa tøl hjá Hagstovuni.
Men gongdin vísir, at talið á løntakarum veksur munandi minni, enn tað hevur gjørt. Og serliga hetta seinasta árið hevur vøksturin ikki verið so stórur.
Í desember vóru 14.350 menn løntakarar, 130 fleiri enn í desember í fyrraárið.
Kvinnurnar vóru 13.350, umleið 200 fleiri enn í desember í 2019.
Seinasta árið hevur lítil og eingin vøkstur verið í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Tað eru góð tvey ár síðani, at vøksturin í privatu vinnugreinunum fór at minka.
Í løtuni starvast 10.000 fólk í almennari tænastu, og 8.864 starvast í privatum tænastuvinnum, vísa hagtølini.
Meiri fæst at vita um løntakaratalið her.