Arbeiðsloysið er minkað

Arbeiðsloysið er minkað
Í oktober vóru 393 fólk arbeiðsleys
Arbeiðsloysið er minkað seinastu mánaðirnar. Í oktober var tað 1,3 prosent
 
05.01.2021 - 10:54

Arbeiðsloysið í oktober var 1,3 prosent, og tað er nakað minni enn tað hevur verið seinastu mánaðirnar, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Síðani koronufarsóttin rakti í mars, hevur arbeiðsloysið verið umleið 1,9 prosent.

Í oktober í fjør var arbeiðsloysið 0,9 prosent.

Í oktober í ár vóru 393 fólk fulltíðararbeiðsleys. Arbeiðsloysið var størst í Vágum og minst í Norðoyggjum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109