1050 ársverk eru í sjúkrahúsverkinum

1050 ársverk eru í sjúkrahúsverkinum
Lutfalsligi vøksturin er størstur í Suðuroynni, 13 prosent
Av teimum 1050 ársverkunum í sjúkrahúsverkinum, eru 806 á Landssjúkrahúsinum
 
18.12.2020 - 09:26

Í fjør vóru 1.050 ársverk í sjúkrahúsunum í Føroyum, 806 a Landssjúkrahúsinum, 127 á Klaksvíkar sjúkrahúsi og 118 á Suðuroyar sjúkrahúsi, skrivar Hagstovan.

Hetta eru 78 fleiri enn í 2015. Lutfalsligi vøksturin er størstur í Suðuroynni, 13 prosent.

Nógv tey flestu, sum arbeiða í sjúkrahúsunum, eru sjúkrarøktarfrøðingar, og har eru radiografar taldir við.

Hesin bólkurin fevnir um 38 prosent av teimum, sum arbeiða í sjúkrahúsunum.

Fólk, sum ikki eru heilsufaklig, eru 36 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109