Útflutningurin minkaður 850 mió. kr. í ár

Útflutningurin minkaður 850 mió. kr. í ár
Innflutningurin er eisini minkaður í hesum árinum, men bara tvey prosent
Laksaútflutningurin er minkaður eina hálva milliard í ár
 
16.12.2020 - 13:06

Útflutningurin minkaði meira enn innflutningurin frá 1.januar til 1.november.

Útflutningurin er minkaður 850 mió. kr., hann er 11 prosent minni enn í fjør.

Innflutningurin er minkaður 145 mió. kr., hann er bara tvey prosent minni enn í fjør, men tá eru skip og flogfør ikki tald við.

Skip og flogfør eru minkað 26 prosent. 
 
Innflutningur til húsarhaldsnýtslu er vaksin átta prosent.

Lági oljuprísurin ger, at vit hava innflutt brennievni fyri 300 mió. kr. minni í ár.

Laksaútflutningurin er minkaður hálva milliard og toskaútflutningurin 250 mió.kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109