- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú búgva 52.854 fólk í Føroyum
Nú búgva 52.854 fólk í Føroyum
102 løgdust aftrat fólkatalinum í oktober. Fólkatalið er vaksið 1.000 fólk seinasta árið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/olavsokuaftan_2020-89_0.jpg?itok=9PU1WkiK)
Ongantíð hava so nógv fólk búð í Føroyum sum nú
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
10.12.2020 - 14:21
Fyrst í november búðu 52.854 fólk í Føroyum. Tað vísa nýggjastu tølini frá Hagstovuni, sum eru kunngjørd í dag.
Ongantíð hava so nógv fólk búð í Føroyum.
Fyrst í oktober búðu 52.752 í Føroyum, og sostatt vaks fólkatalið 102 fólk í mánaðinum. Seinasta árið er fólkatalið vaksið umleið 1.000 fólk.
Av teimum 52.854 fólkunum, sum búðu í Føroyum fyrst í november, vóru 51,8 prosent mannfólk og 48,2 prosent konufólk.
Tey flestu, umleið 40 prosent, búgva í Suðurstreymoy.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV