Eingin broyting í innflutninginum

Eingin broyting í innflutninginum
Innflutningurin av brennievni er minkaður 200 milliónir kr. í ár
Oljuinnflutningurin er nógv minkaður í ár
 
17.09.2020 - 15:20

Innflutningurin vaks fimm prosent fyrstu sjey mánaðirnar í ár samanborið við í fjør. 

Men verða skip og flogfør ikki verða tald við, var eingin vøkstur. 

Tað skrivar Hagstovan. 

4,5 mia. kr.

Higartil í ár hava vit innflutt vørur fyri 4 milliardir og 516 milliónir krónur. Vøksturin er 214 milliónir krónur samanborið við sama tíðarskeið í fjør. 

Størsta minkingin í innflutninginum er í bólkinum brennievni, ið er minkaður 27 prosent, ella 201 milliónir krónur.

Størsti vøksturin er í bólkinum rávøra til fiskavirking. Har er innflutningurin vaksin 130 prosent ella 137 milliónir krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109