733 fleiri fólk seinasta árið

733 fleiri fólk seinasta árið
Nú búgva 52.816 fólk í Føroyum, og vøksturin er 1,4 prosent
Fólkatalið er vaksið 733 fólk seinasta árið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.09.2020 - 11:02

Tann 1.august búðu 52.816 fólk í Føroyum, 733 fleiri enn 1.august í fjør. Fólkatalið vaks 1,4 prosent.

Fólkatalið vaks nakað meira frá 1.august 2018 til 1.august 2019, tá komu 848 fólk afturat, fólkatalið vaks 1,7 prosent.

Munurin stendst av, at bæði burðaravlopið og nettoflytingin eru nakað minni nú, sigur Hagstovan.

Burðaravlopið er 25 færri, serliga tí, at føðitalið er minkað, og nettoflytingin er 90 færri, serliga tí, at tilflytingin er minkað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109