Fundur um SEV í dag

Fundur um SEV í dag
Landsstýrið ætlar at skilja netið frá hinum virkseminum hjá interkommunala stovninum
Ætlanin er at skilja netið frá hinum virkseminum hjá SEV
 
21.08.2020 - 08:42

Borgarstjórarnir hava fund fyrrapartin um ætlanina hjá landsstýrinum at skilja netið hjá Sev frá øðrum virksemi hjá Sev.

Sev, bæði nevndin og leiðslan, verður eisini á fundinum.

Ætlanin er at koma við einari felags fráboðan frá kommununum á middegi.

Sjálvstøðugt lutafelag

Landsstýrið ætlar í seinasta lagi 31.desember næsta ár at stovna eitt sjálvstøðugt interkommunalt lutafelag, sum skal hava loyvi til netvirksemi, tað loyvið, sum Sev hevur nú.

Landsstýrið skal góðkenna viðtøkurnar hjá lutafelagnum.

Sambært tí, sum landsstýrið ætlar, skulu nevndarlimir og leiðsla í netfelagnum ikki samstundis hava sæti í nevnd ella stjórn hjá elframleiðslufelagi ella øðrum felagi, sum hevur vinnulig áhugamál á elveitingarøkinum.

Og netfelagið skal ikki eiga, ella sjálvt vera ogn hjá feløgum, sum gera ella selja elorku.

Kommunufelagið sigur, at tað kann als ikki góðtakast, at hetta arbeiðið verður gjørt uttanum kommunurnar, sum eiga Sev.

Fyrireikað uppskot av eintingum

Í fundarboðunum til fundin fyrrapartin, skrivar Kommunufelagið, at landsstýrismaðurin, Helgi Abrahamsen, av sínum eintingum hevur fyrireikað lógaruppskot uttan um kommunurnar.

Hetta lógaruppskot fer grundleggjandi at broyta fyritreytirnar hjá Sev at virka.

Vit meta hetta sum eitt álvarsmál, sum kommunurnar eiga at umrøða innanhýsis, stendur í fundarboðunum. 

Á fundinum í dag fer Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum, at spyrja, um kommunurnar skulu góðtaka, at fyrireikandi arbeiði at sundurskilja Sev verður gjørt uttan um kommunurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114