Útflutningurin minkaði bæði í nøgd og virði

Útflutningurin minkaði bæði í nøgd og virði
Stór sveiggj eru ikki óvanlig í útflutninginum, sigur Hagstovan
Toskurin minkaði 23 prosent í virði og 27 prosent í nøgd fyrra hálvár 
 
17.08.2020 - 11:11

Føroyski útflutningurin minkaði tíggju prosent í fyrra hálvári. Men minkingin er ikki óvanlig. Hon var størri í milliónum í 2018.

Hagstovan sigur, at stór sveiggj eru ikki óvanlig í útflutninginum. 

Hyggja vit at útflutninginum fyrra hálvár nøkur ár aftur í tíðina, síggja vit bæði vøkstur og minking, sum eru størri enn tað, sum vit síggja nú.

Toskurin minkaði 27 prosent i nøgd

Fyrra hálvár í ár útfluttu vit minni av flest øllum fiskasløgum samanborið við 2019.

Bæði tonsini og milliónirnar eru færri enn í fyrra hálvári í fjør.

Toskurin til dømis minkaði 23 prosent í virði og 27 prosent í nøgd. 

Men meira svartkjaftur er útfluttur, 13 prosent meira. Virðið er tó tað sama sum í fjør, sigur Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109