Hava fingið longda freist at svara

Hava fingið longda freist at svara
Arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir siga seg ikki kunnu góðtaka semingsuppskotið, sum tað er lagt fram
Georg F. Hansen, formaður í Føroya arbeiðarafelag. Semingsstovnurin roynir framvegis semju millum partarnar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.06.2020 - 13:05

Tey fimm arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag siga seg ikki kunna góðtaka semingsuppskotið til nýggjan sáttmála í verandi líki, og tí hava partarnir fingið longda freist at svara.

Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Seminsmenninir løgdu semingsuppskot fyri partarnar í gjárkvøldið, og tá varð avtalað, at arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir skuldu svara á middegi í dag.

Men tað var av ongum, og nú verður semingsuppskotið gjøgnumgingið av nýggjum fyri at vita, um semja fæst.

Tað verður semingsstovnurin sum ger av, nær semingin endar, og so leingi, sum gongd er í, er eingin broyting, sigur Terje Sigurðsson.

Tá semingin byrjaði týsdagin, vórðu sáttmálarnir longdir til á midnátt í kvøld.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. oktober
Mono - Tórður Jophannesarson - 2. sending
182164
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907