Arbeiðsloysið veksur spakuliga

Arbeiðsloysið veksur spakuliga
Í dag eru 435 fólk skrásett sum arbeiðsleys í Arbeiðsloysisskipanini
Í ALS skráseta tey nú fleiri arbeiðsleys
 
29.05.2020 - 11:38

Arbeiðsloysið veksur spakuliga. Tað var 1,4 prosent í mars, upplýsir Hagstovan. Í februar var arbeiðsloysið 1,2 prosent, og tað var 1,1 prosent í januar.

Minsta arbeiðsloysið var í fjør heyst, tá tað var 0,9 prosent. Til samanberingar kann nevnast, at í mars í fjør var arbeiðsloysið 1,3 prosent.

Korona hevur gjørt, at bæði í apríl og mai er arbeiðsloysið vaksið. Í mars vóru 415 fólk fulltíðararbeiðsleys, sambært Hagstovuni.

Hetta eru fólk, sum fáa pengar frá Als ella frá Almannaverkinum. Í dag eru 435 fólk skrásett, og tað eru bara tey, sum eru í Als.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109