- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fátækraváðin størstur í Sandoynni og Suðuroynni
Býrt tú í teimum sunnaru oyggjunum í Føroyum, eru munandi størri sannlíkindi fyri, at tú ert í fátækraváða, enn onnur fólk í landinum.
Í 2018 vóru 18,1 prosent av fólkunum í Sandoynni í fátækraváða, og 14,1 prosent av fólkunum í Suðuroynni í fátækraváða, vísa nýggj tøl hjá Hagstovuni.
Minst í Suðurstreymoy
Hinvegin var fátækraváðin minstur í Suðurstreymoy fyrraárið, har talið var 8,9 prosent, meðan talið í Eysturoynni var 9,2 prosent.
Verður hugt at tølunum fyri alt landið, vóru umleið 5.000 fólk í Føroyum í fátækraváða fyrraárið. Hetta svarar til gott og væl tíggjunda hvørt fólk í landinum.
Fólk, sum eru í fátækraváða, hava eina miðalinntøku, sum er 60 prosent undir miðalinntøkuni fyri øll fólk í landinum.