Minsti fólkavøksturin í Sandoynni og Suðuroynni

Minsti fólkavøksturin í Sandoynni og Suðuroynni
39 prosent av øllinum fólkinum í landinum búgva í høvuðsstaðarøkinum
1. apríl var fólkatalið í Føroyum 52.428.
 
11.05.2020 - 11:14

Fólkavøksturin í Føroyum er framvegis nógv størstur í høvuðsstaðarøkinum og í Eysturoynni.

Hinvegin er fólkavøksturin minstur í Sandoynni og Suðuroynni, nú Hagstovan hevur dagført nýggjastu fólkatølini í landinum.

1. apríl búðu 856 fleiri fólk í Føroyum, men nógv tann minsti parturin av fólkavøkstrinum er í Sandoynni og Suðuroynni.

Trý fólk fleiri

Í Sandoynni búðu trý fólk fleiri 1. apríl enn somu tíð í fjør, og í Suðuroynni vaks talið við 11 fólkum.

Í Sandoynni búgva nú 1.270 fólk, og í Suðuroynni búgva 4.619 fólk, vísa tey nýggjastu tølini hjá Hagstovuni.

1. apríl var fólkatalið í Føroyum 52.428. 39 prosent av øllum fólkum í Føroyum búgva nú í høvuðsstaðarøkinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109