Seldu meiri mat og alkoholfríar vørur

Seldu meiri mat og alkoholfríar vørur
Sølan av húsbúnaði og húarhaldsútgerð minkaði síðsta ársfjórðing í fjør
 
26.03.2020 - 14:21

Meiri matur og alkoholfríar drykkjuvørur vórðu seldar í fjórða ársfjórðingi í fjør enn í fjórða ársfjórðingi í 2018. Umsetningurin var 6,5 prosent størri í fjør.

Men í vørubólkinum húsbúnaður og húsarhaldsútgerð minkaði sølan. Her var umsetingurin fimm prosent minni í fjør.

Klæði og skógvar vuksu eisini í umsetningnum, 4,1 prosent.

Men eftir støðugan miðalprís seinastu tíggju árini, er miðalprísurin seinasta árið øktur nakað.

Verður lagt upp fyri hesum prísvøkstri, er sølan ikki vaksin, tá talan er um klæði og skógvar, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109