682 hvalir løgdu beinini í fjør

682 hvalir løgdu beinini í fjør
Bestu grindaárini vóru í 1985 og 1988
 
25.03.2020 - 09:08

682 hvalir doyðu í 12 grindadrápum í fjør. Teir vóru 4.675 skinn. Hagstovan hevur kunngjørt tølini um grindadráp.

Í 2018 vóru tíggju dráp og 624 hvalir doyðu.Hagtølini eru aftur til 1951.

Bestu grindaárini vóru í 1985 og 1988. Tá vóru 21 dráp. Í 1985 doyðu 2.596 hvalir og 1.738 í 1988.

Men flestu hvalirnir doyðu í 1981, 2.909. Tað árið vóru 19 grindadráp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109