Akstovan skrásetir nú aftur bilar

bannari
Akstovan skrásetir nú aftur bilar
Stovnurin stongdi avgreiðsluna fríggjadagin, men nú verða bilar aftur skrásetingarsýnair á Akstovuni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.03.2020 - 11:20

Akstovan fer nú aftur at skráseta bilar. Stovnurin sigur á heimasíðuni, at bilasølur skulu skráseta bilar í on-line skipanini á heimasíðuni hjá Akstovuni.

Tá øll skjøl eru eftirkannað og øll gjøld goldin, fær bilasølan boð um at koma á Akstovuna við bilinum, sum verður skrásetingarsýnaður í sýnshøllini. Nummarspjøldrini verða eisini útflýggjað.

Søla av brúktum bilum verður eins og vanligt fráboðað við oyðublaði,  við váttan um eigaraskifti, sum verður sent inn sum teldupostur. 

Alt annað samband við kundar er avmarkað, sum støðan er, sigur Akstovan, men viðskiftafólk kunnu senda teldupost ella ringja til stovnin. Telefonin svarar frá klokkan 10 til 14.

Lótu aftur

Fríggjadagin boðað Akstovan annars frá, at avgreiðslan varð stongd fyribils, orsakað av støðuni við coronavirusi. Tað fekk bilasølur at finnast at stovninum, tí bilar kundu ikki skrásetast.

Í gjár segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at tað hevur ongantíð verið ætlanin, at almennar tænastur skulu niðurleggjast, og sipaði beinleiðs til Akstovuna.

Í dag hevur Akstovan so boðað frá nýggjum mannagongdum í sambandi við kundamóttøku og tænastum ti borgararnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109