Royna semju millum KAF og heilsuhjálpararnar

Royna semju millum KAF og heilsuhjálpararnar
Semingsstovnurin roynir semju, til mett verður, um semingsuppskot kann leggjast fram
Terje Sigurðsson er semingsmaður
 
28.02.2020 - 11:21

Klokkan tíggju fyrrapartin fór Semingsstovnurin undir at fáa Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið at semjast um nýggjan sáttmálan.

Roynt verður, til Semingsstovnurnin metir, um semingsuppskot kann leggjast fram.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið hava samráðst um nýggjan sáttmála síðani í oktober í fjør. 

Men fríggjadagin í síðstu viku helt Kommunala arbeiðsgevarafelagið, at ov langt var millum partarnar til, at teir megnaðu at finna semju sjálvir, hóast átta samráðingarfundir hava verið. Felagið vildi tí hava Semingsstovnin uppí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035