Breddin: Bosse, Trump og alment innlit

Breddin: Bosse, Trump og alment innlit
Trý evni eru í Breddanum í dag
Stine Bosse gevst nú sum forkvinna í BankNordik
 
13.02.2020 - 11:17

Nevndin í BankNordik skal hava eina nýggja forkvinnu ella formann.

Tað er greitt, nú bankin hevur boðað keypsskálanum frá, at Stine Bosse, sum hevur verið forkvinna í nevndini, stillar ikki uppaftur á næsta aðalfundi.

Í Breddanum í dag hyggja vit at tíðini hjá Stine Bosse í BankNordik, og meta um, hvussu tað hevur eydnast at henni at røkka tey mál, ið hon setti, tá hon tók við sum nevndarforkvinna í bankanum í 2015.

Trump

Breddin varpar eisini ljós á Washington eftir eina hendingaríka viku, í kjalarvørrinum av, at Donald Trump bleiv fríkendur í ríkisrættarmálinum.

Hóast fríkenningina, hevur atburðurin hjá forsetanum vakt ans, tí hann hevur lagt seg út í arbeiðið í amerikanska løgmálaráðnum.

Alment innlit

Lógin um alment innlit í almenna fyrisiting skal tryggja, at borgarar vita, hvat skattapengarnir verða brúktir til.

Tey almennu partafeløgini hjá landinum eru kortini ikki fevnd av hesi lóg, men tað verður kanska broytt nú.

Tjóðveldi hevur lagt eitt uppskot fyri tingið um at víðka um lógina, so hon eisini fevnir um almenn partafeløg. Lagt er tó uppfyri, at lógarbroytingin skal ikki ávirka kappingarførið hjá almennu partafeløgunum.

Løgtingsfólk koma í útvarpsstovuna at viðgera evnið.

 

Breddin í útvarpinum klokkan 17.05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109