Nærum 28.000 løntakarar í Føroyum

Nærum 28.000 løntakarar í Føroyum
Vøksturin í løntakaratalinum hevur verið rættiliga støðugur síðani 2014, sigur Hagstovan
 
13.01.2020 - 09:50

850 fleiri fingu løn í oktober í fjør enn í oktober 2018.

27.900 løntakarar vóru í Føroyum í oktober í fjør.

Vøksturin í løntakaratalinum hevur verið rættiliga støðugur síðani 2014, skrivar Hagstovan. 

Í oktober í fjør fingu 14.500 menn og 13.400 kvinnur løn.

Tíggju mia. kr. í fjør

Lønirnar í Føroyum fóru upp um tíggju milliardir krónur í fjør.

Tað eru 6,8 prosent meira enn í 2018, upplýsir Hagstovan.

Vøksturin í lønunum hevur verið støðugur síðani 2013, tá góðar sjey milliardir krónur vórðu goldnar í lønum.

Munurin millum menn og kvinnur var tann sami sum í 2018. Menn áttu sløk 63 prosent av lønunum og kvinnurnar 37 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109