Arbeiðsloysið minkar støðugt

Arbeiðsloysið minkar støðugt
Í løtuni fáa 180 fólk arbeiðsloysisstuðul frá ALS
Arbeiði er til allar hendur
 
03.01.2020 - 10:30

Arbeiðsloysið var 0,8 prosent í oktober í fjør, 0,1 prosenstig minni enn í september, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Tað var 1,2 prosent í oktober 2018. 

Í oktober í fjør var arbeiðsloysið 0,8 prosent hjá monnum og 0,9 prosent hjá kvinnum. 

Í oktober 2018 var arbeiðsloysið hjá monnum eitt prosent og 1,4 prosent hjá kvinnum.

Arbeiðsloysi er sostatt næstan eins hjá báðum kynum. Sama mánað í fjør var tað 1,0% hjá monnum og 1,4% hjá kvinnum.

Stívliga helvtin av teim arbeiðsleysu hava verið arbeiðsleys styttri enn tríggjar mánaðir. 

Sambært heimasíðuni hjá ALS fáa 180 fólk í løtuni stuðul, tí tey eru arbeiðsleys.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109