- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatalið er vaksið við fýra túsund í tíggju ár
Fólkatalið er vaksið við fýra túsund í tíggju ár
1. august í ár búðu 52.122 fólk í Føroyum.
Mynd: savnsmynd
25.09.2019 - 09:07
Fólkatalið í Føroyum er vaksið 8,2 prosent seinastu sløku tíggju árini.
1. januar 2010 búðu 48.494 fólk í Føroyum.
1. august í ár vóru tey 52.122.
Vøksturin er næstan 4.000 fólk., tá minkingin í fólkatalinum fram til 2014 er tald við.
Tí fólkatalið minkaði frá 2010 til 2014.
1. januar í 2014 búðu 48.153 fólk í Føroyum, 0,7 prosent minni enn 1.januar í 2010.
Hagstovan hevur gjørt yvirlit við fólkatalinum í hvørjari bygd og hvørjum býi og í hvørjari kommunu teir tríggjar dagarnar 1. januar í 2010 og 2014 og 1. august í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV