Kunnu fara í gongd við berghol til Dals

Kunnu fara í gongd við berghol til Dals
Yvirfriðingarnevndin gevur Landsverki loyvi at gera berghol til Dals við somu treytum, sum lokalu friðingarmynduleikarnir settu
 
13.04.2019 - 18:34

Men Yvirfriðingarnevndin setur eisini sum treyt, at moldgoymsla ikki verður á ætlaða staðnum í Húsavík, og at tilfar ikki verður lagt við vegin millum Húsavík og Dal, áðrenn Tjóðsavnið hevur kannað økið.

Eisini sigur Yvirfriðingarnevndin, at arbeiðið skal leggjast soleiðis til rættis, at ein geil, ið er úr Dali og framvið bergholsmunnanum, verður ávirkað minst møguligt.

Men, at Yvirfriðingarnevndin gevur loyvi, merkir ikki, at loyvi ikki skal søkjast eftir øðrum lógum, til dømis byggilógini, sigur Yvirfriðingarnevndin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109