- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flest fólk í Norðstreymoy arbeiða
Býrt tú í Norðstreymoy eru sannlíkindini fyri, at tú arbeiðirvæl størri, enn um tú býrt Suðuroynni. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya, sum hevur hugt nærri at vinnutýttleikanum í ymisku økjunum í Føroyum.
Sí øll tølini niðanfyri
Sambært tølunum hjá Hagstovuni, arbeiða lutfalsliga flest fólk í Norðstreymoy, har arbeiða 87,8 prosent av fólkunum. Síðani koma Eysturoy og Suðurstreymoy - har hava 87,6 prosent eitt arbeiði.
Ringast stendur hinvegin til í Sandoynni og Suðuroynni. Har hava ávikavist 81,7 og 79,3 prosent av fólkunum eitt arbeiði at fara upp til, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni yvir arbeiðsfjøldina í Føroyum.
Samvirkin talva: Klikka á ávikavist [Bæði kyn], [Mannfólk] og [Konufólk] í grafikkinum fyri útgreinað hagtøl.
Kelda: Hagstova Føroya