- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin serksipan fyri eldraøkið í Suðuroy
Fyrr í ár hótti stýrið fyri eldraøkið við at leggja frá sær, tí tey fáa tað ikki at hanga saman fíggjarliga.
Nú hevur løgmaður svarað, og eingin serskipan verður gjørd fyri eldraøkið í Suðuroynni.
"Landsstýrið kann ti ikki í eini handavending ganga tykkara umbøn á møti". Tað svarar løgmaður Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni.
Bú- og heimatænasta sendi í september skriv til løgmann um at fáa eina serskipan fyri eldraøkið í Suðuroynni, tí tey fáa tað ikki at mæla runt fíggjarliga.
Bú- og heimatænastan vildi hava eina serskipan sum tann, ið er í Sandoynni. Men tað fáa tey ikki.
23. november svarar løgmaður Bú- og heimatænastuni. Løgmaður sigur, at landsstýrið enn einaferð hevur hugt nærri at viðurskiftinum og hvørja ávirkan útleggingin av eldraøkinum hevur havt á fíggjarstøðuna í oynni.
Løgmaður skrivar millum annað:
"(...) at inntøkugrundarlagið í Suðuroynni er lægri enn aðrastaðni í landinum, men at hetta ikki kemst av, at eldraøkið varð flutt út til kommunurnar. Tvørturímóti er tað okkara fatan, at tað í Suðuroynni er ein greiður samanhangur millum lutfallið av útluting úr landskassanum og lutfallið av íbúgvum 67 ár og eldri í Suðuroynni í mun til alt landið".
Dennis Holm, sum er nýggjur formaður í stýrinum fyri Bú- og heimatæanastuna í Suðuroynni, vil ikki gera viðmerkingar til málið, tí stýrið fer at viðgera málið á fundi í dag.