Fólkatalið heldur fram at vaksa

Fólkatalið heldur fram at vaksa
Vit vóru 50.844 fólk í Føroyum 1. mai, og tað er 795 fólk fleiri, enn vit vóru sama dag í fjør
 
13.06.2018 - 10:26

Vit vóru 50.844 fólk í Føroyum 1. mai, sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni.

Tað vaks við 795 fólkum ella 1,6 % í 12-mánaðar skeiðinum 1. mai 2017 - 1. mai 2018. 

Burðaravlopið var 221 og nettotilflytingin á 574.

folkatalid.png

Caption: 
Mynd: Hagstovan

Vøkstur er í øllum sýslum uttan Sandoyar sýslu. Eysturoyar sýsla veksur lutfalsliga skjótast, og næststørsti vøksturin er í Suðurstreymoyar sýslu uttan fyri Tórshavnar økið. 

Nettotilflytingin er methøg. Hetta kemst av, at fráflytingin er minkað nógv.

Sambært Hagstovuni skulu vit heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt fráflytaratal, sum tey 1.143, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið.

nettoflyting.png

Caption: 
Mynd: Hagstovan
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109