Boð eftir tyrluni

Boð eftir tyrluni
Tvær ferðir seinastu dagarnar hava boð verið eftir tyrluni.
 
21.04.2018 - 09:58

Løgreglan vitjaði í nátt skeinkingarstøð í Vágum, NorðurEysturoy og í Havn, men har var alt, sum tað skuldi vera. 

Lítið av fólki  var í býnum, - tó so, ein einsamallur maður sat á einum stubbasteini og svav í havnargøtu. Løgreglan vakti hann og hann kláraði sjálvur at ganga víðari, sigur vaktleiðarin í dag, Rani Wardum. 

Í gjár vóru boð eftir tyrluni at koma í Kalsoynna eftir einum franskari kvinnu, sum hevði fingið skaða í fótin. Hon varð stødd omanfyri Trøllanes. Tyrlan flutti kvinnuna til Klaksvíkar, har sjúkrabilur stóð fyri henni og flutti hana til Klaksvíkar Sjúkrahús til kanningar.

Fyrradagin vóru eisini boð eftir tyrluni. 

Ein donsk kvinna var til gongu á veg út á Trælanípuna í Vágum, men var áhaldsin og breyt beinið. Tyrlan flutti hana til landssjúkrahúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109