Høvdu venjing í Trøllanestunlinum

Høvdu venjing í Trøllanestunlinum
Fríggjadagin var fyri fyrstu ferð venjing í einum tunli í Kalsoynni
 
18.03.2018 - 10:46

Seinnu árini hevur Landsverk regluliga skipað fyri venjingum í tunlum í Føroyum. Millum annað hava venjingar verið í tunlunum Norður um Fjall, Leynatunlinum, Kollfjarðartunlinum og Norðskálatunlinum.

Fríggjadagin var so venjing í Trøllanestunlinum, og hetta var tann fyrsta av sínum slagi í einum tunli í Kalsoynni.

Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini, vóru Klaksvíkar Sløkkilið, Politiið og Sjúkraflutningstænastan. Harafturat vóru eisini eygleiðarar við fyri teir ymisku innsatspartarnar.

Bólkurin, sum stóð fyri venjingini fer nú at viðgera eygleiðararfrágreiðingarnar og gera eina felags niðurstøðu saman við innsatspørtunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114