Fólkatalið í Nes kommunu methøgt

Fólkatalið í Nes kommunu methøgt
Fólkatalið í Nes kommunu hevur sett met og eftirspurningurin eftir bústøðum í kommununi er stórur.
 
06.03.2018 - 18:39

Tí fer Nes kommuna í næstum at gera um 20 grundøkir klár. Harumframt skulu um 20 íbúðir byggjast á Toftum.

Hvat er orsøkin til stóra fólkavøksturin á Toftum, Eysturoyartunnilin ella búskapargongdin? Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, heldur, at bæði hava sína ávirkan.

Fólkatalið í Nes kommunu, var við ársenda 1280 íbúgvar. Tað er met, og tað eru serliga tey seinastu fýra árini, at vøksturin hevur tikið dik á seg. Tað sæst eisini aftur í skattainntøkunum, sum í 2018 verða mettar liggja um 53.6 milliónir.

Økti eftirspurningurin hevur eisini havt við sær, at Nes kommuna nú má veita grundøkir og íbuðir til øll teirra. Tað hevur kommunan nú samtykt at fara undir.

Tað hevur tó eisini avbjóðingar við sær, at fólkatalið økist skjótt, tí tænasturnar, ið fólk hava tørv á, verða eitt settar undir trýst. Tað verður so næsta takið, ið kommunan fer undir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114