Herða verkfallið leygarmorgunin

Herða verkfallið leygarmorgunin
Føroya Pedagogfelag herðir nú verkfallið til at fevna um allar limir, sum arbeiða hjá Almannaverkinum og á sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum
 
14.12.2017 - 08:57

Sum nevnt, so verður lýst við verkfalli fyri limir í Pedagogfelagnum, sum arbeiða hjá Almannaverkinum og á sjálvsognarstovnum undir Almannaverkinum klokkan 8 leygarmorgunin.

Frammanundan eru leiðarar og varaleiðarar á sáttmálaøkinum hjá Pedagogfelagnum verkfalli, og í morgin hevur Kommunala arbeiðsgevarafelagið lýst verkbann fyri pedagogar og hjálparfólk á dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununum. 

Annika Olsen, nevndarforkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelanum sigur seinnapartin við in.fo, at tey eru klár at fara aftur til samráðingarborðið. 

- Dagin fyri, at vit boðaðu frá verkbanni, høvdu vit samband við Pedagogfelagið og heittu á tey um at koma aftur til samráðingarborðið. Tað vildu tey ikki tá, men tann áheitanin stendur enn við, sigur Annika Olsen við in.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109