Arbeiðsloysið í oktober var 2,2 prosent

Arbeiðsloysið í oktober var 2,2 prosent
Tað merkir, at í oktobermánað vóru 621 fulltíðararbeiðsleysir føroyingar
 
28.11.2017 - 17:08

Fulltíðararbeiðsleysur merkir, at talið av arbeiðsloysistímum hjá teimum, sum eru skrásett í Arbeiðsloysisskipanini, verður umroknað til fulltíðararbeiðsleys.

Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru eisini roknað sum fulltíðararbeiðsleys.

Árstíðarjavnað

Seinastu tólv mánaðirnar hevur árstíðarjavnaða arbeiðsloysið sveiggjað millum 2,2 og 2,9 prosent. 

Árstíðarjavning eru tøl, sum eru reinsað fyri árstíðaravvik, t.v.s. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. 

Í oktober var arbeiðsloysið hjá monnum 1,9 prosent og hjá kvinnum 2,6 prosent, skrivar heimasíðan hjá Hagstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109