Útflutningurin vaksin slaka hálva milliard

Útflutningurin vaksin slaka hálva milliard
Avlopið á handilsjavnanum er 745 milliónir krónur, 15 milliónir størri enn somu tíð í fjør
Farmaskipini hava nógv at føra, tí bæði innflutningurin og útflutningurin er vaksin
 
19.09.2017 - 15:39

Útflutningurin fyrstu sjey mánaðirnar í ár vaks 477 milliónir krónur samanborið við somu tíð í fjør, vísa tøl frá Hagstovuni.

Útflutt varð fyri fýra milliardir og 890 milliónir kr. Vøksturin er 11 prosent.

Í sama tíðarskeiði vaks innflutningurin 462 milliónir kr, ella 13 prosent. Innflutt varð fyri fýra milliardir og 145 milliónir kr.

Avlopið á handilsjavnanum var sostatt 745 milliónir krónur. Somu tíð í fjør var avlopið 730 milliónir kr. 

Fiskaútflutningurin er vaksin 15 prosent í virði, men er minkaður 15 prosent í nøgd.

97 prosent av øllum útflutninginum vóru fiskavørur. Fiskaútflutningurin vaks 613 milliónir, ella 15 prosent.

Meginparturin av vøkstrinum er aldur laksur, makrelur og sild.

Hava innflutt helvtina meira av brennievni

Vit hava innflutt fyri 462 mió. kr. meiri teir fyrstu 7 mánaðarnir í ár, samanborið við í fjør. 

Nógv størsti vøksturin, 51 prosent, er brennievni. Eisini eru fleiri bilar innfluttir. Har vøksturin 31 prosent ella 76 milliónir kr.

Vøksturin í vørum til húsarhaldsnýtslu er sjey prosent.

Hinvegin er innflutningurin av tilfari til byggivinnuna og maskinum og amboðum minkaður í ár. 

Hagstovan ger vart við, at hesin innflutningurin var óvanliga stórur í fjør, og hóast hann er minkaður nakað í ár, er innflutningurin av byggitilfari, maskinum og amboðum framvegis sera stórur. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878