Bruk fyri fleiri fosturforeldrum

Bruk fyri fleiri fosturforeldrum
Tørvur er á fosturheimum í Norðoyggjum. Barnaverndarstovan sóknast í hesum døgum eftir fosturheimum
 
06.07.2016 - 08:28

Eitt fosturheim er ein familja, sum hevur børn og ung búgvandi hjá sær til fosturs. Meðan barnið er til fosturs, fylgja barnaverndartænastan og Fosturforeldraskipanin við støðuni og vitja í fosturheiminum.

Talan kann eisini verða um at hava børn til umlættingar í styttri tíðarskeið, eitt nú um vikuskifti, sigur Barnaverndarstovan, ið sóknast eftir fosturheimum.

Endamálið við umlætting er at lætta um hjá foreldrum, sum vanliga hava eitt gott samband við barnið, men sum ikki hava orku til at ansa barninum allatíðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035