Skal viðgera innlitsumbøn um trappuna av nýggjum

Skal viðgera innlitsumbøn um trappuna av nýggjum
Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt eina kæru frá Kringvarpinum um Tórshavnar kommunu
 
21.04.2016 - 09:54

Tórshavnar kommuna skal viðgera eina kæru um innlitsumbøn frá Kringvarpinum av nýggjum.

Tað hevur Løgtingsins umboðsmaður gjørt av.

Kringvarpið kærdi um viðgerðina av eini umsókn um innlit í málið um uppihaldstrappuna í Vágsbotni. 

Umboðsmaðurin vísir m.a. á, at viðgerðin hjá kommuni var á ein slíkan hátt, at tað var ógjørligt hjá tí, sum bað um innlit, at síggja, at hann ikki hevði fingið innlit í øll skjølini í málinum.

Samanumtikið heldur umboðsmaðurin, at viðgerðin var ikki nøktandi, og biður tí Tórshavnar kommunu um at viðgera málið av nýggjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109