Umráðandi at tilboðini eru loynilig

Umráðandi at tilboðini eru loynilig
Tey, ið senda tilboð upp á byggiarbeiði talgilt, mugu hava vissu fyri, at tilboðini verða latin inn loyniligt, sigur Føroya handverksmeistarafelag
Útbjóðingarlógin frá 1984 verður kanska broytt. Tað er umráðandi, at tilboð upp á byggiarbeiði eru loynilig, til tey skulu latast upp lisitasjónsdagin, heldur Føroya handverksmeistarafelag
 
10.02.2016 - 08:44

Tað er umráðandi, at tey, sum senda tilboð upp á byggiarbeiði í telduposti, fáa vissu fyri, at tilboðini eru loynilig, til tey skulu latast upp lisitasjónsdagin.

Tað sigur Føroya handverksmeistarafelag um ætlanina hjá Vinnumálaráðnum at broyta útbjóðingarlógina frá 1984, so boð eisini kunnu latast talgilt, tað er við teldu.

SÍ EISINI Ætla at broyta útbjóðingarlógina

Útbjóðarin kann gera av, at tilboð skulu latast talgilt. Vinnumálaráðið sigur, at fortreytin fyri talgildum boði er, at boð skulu haldast afturlatin, til tey verða latin upp ásettu tíðina á útbjóðingarstaðnum.

Sum lógin nú er orðað, ber bara til at lata inn skrivlig tilboð í brævbjálva. Endamálið við lógarbroytingini er at gera tað einfaldari og effektivari at bjóða upp á byggiarbeiði, sigur Vinnumálaráðið.

Vilja hava vissu fyri mannagongdini

Handverksmeistarafelagið tekur undir við broytingini. Men felagið vil hava fulla vissu fyri, at talgild tilboð ikki verða lisin fyrr enn tilboðini skulu latast upp.

Felagið sigur, at í Danmark er ein vegleiðing um krøv til talgildar skipanir, sum verða brúktar til tilboð. Skipanin skal vera soleiðis, at ikki ber til at lata upp talgild boð fyri lisitatiónina.

Er illgruni um, at tilboðið kortini er latið upp í ótíð, eigur at bera til at finna tann, sum tað gjørdi. Hetta eigur eisini at bera til í Føroyum, heldur Handverksmeistarafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. mars
Góðan morgun Føroyar
188535
Mánadag 3. mars
Morgunlestur mánadagur 3. mars 2025
188406
Sunnudag 2. mars
Bolero - Spæl føroyskt 2025
188515
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
188514
Sunnudag 2. mars
Kallið: "Vit hava øll eitt kall".
188430
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389