- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útlendingar á arbeiðsmarknaðinum færri upp á seg
Útlendingar á arbeiðsmarknaðinum færri upp á seg
Arbeiðsmegin, sum ikki hevur føroyskt bústaðartilknýti, er minkað nógv sambært tølum hjá Hagstovuni.

Vøksturin hjá í teimum, sum ikki hava bústaðartilknýti, er viknaður.
23.04.2025 - 08:46
Arbeiðsmegin, sum ikki hevur føroyskt bústaðartilknýti, er minkað nógv sambært tølum hjá Hagstovuni.
Seinastu árini eru tey, sum ikki hava føroyskt bústaðartilknýti, vorðin munandi fleiri á arbeiðsmarknaðinum, men hesin vøkstur er nú viknaður nógv, ikki so nógv í tali, men nógv í prosentum.
Í mars í ár høvdu 2.058 á arbeiðsmarknaðinum ikki bústaðartilknýti.
Tey vóru 2.006 í mars í fjør.
Vøksturin er 2,6 prosent, 52 fólk.
Hann var til dømis 18 prosent, 303 fólk, frá mars 2022 til mars 2023.
Føroyskt bústaðartilknýti hava tey, sum hava búð helvtina av lívinum ella sjey av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV