
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðin Pelagic fingið endaliga umhvørvisgóðkenning
Varðin Pelagic fingið endaliga umhvørvisgóðkenning
Áhugafelagið "Livilig kor á Tvøroyri" er til reiðar at fara í rættin við málinum, um neyðugt

Nú er endaliga umhvørvisgóðkenningin at útbyggja Varðan Pelagic komin.
09.04.2025 - 14:01
Í skjótt trý ár hevur Varðin Pelagic bíðað eftir loyvi at útbyggja uppsjóvarvirkið á havnarlagnum á Tvøroyri.
Nú hevur felagið fingið endaliga umhvørvisgóðkenning til útbyggingina.
Uppsjóvarvirkið fekk góðkenning frá Umhvørvisstovuni í november í fjør.
Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic.
Áhugafelagið "Livlig kor á Tvøroyri" kærdi, men fekk ikki viðhald.
Men áhugafelagið er til reiðar at fara í rættin við málinum, um neyðugt.
Rósa Heinesen, forkvinna í áhugafelagnum "Livilig kor á Tvøroyri."
Tá virkið á Tvøroyri er liðugt útbygt, fer tað eisini at framleiða fiskaprotein, lýsi og súrløgu frá fiski og avskurði frá framleiðslu.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
09042025_Vardin_Pelagic
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV