- Tíðindi, mentan og ítróttur
Keypa Jupiter fyri at fáa fatur á fleiri kvotum
Keypa Jupiter fyri at fáa fatur á fleiri kvotum
Christian í Grótinum-samtakið í Klaksvík hevur keypt uppsjóvarskipið Jupiter, sum er heimahoyrandi í Kollafirði

Jan Petersen er stjóri í Christian í Grótinum-samtakinum
15.04.2025 - 19:02
- Tað eru fyrst og fremst kvoturnar hjá skipinum, sum hava okkara áhuga, meðan sjálvt skipið helst verður selt víðari, sigur Jan Petersen, stjóri í Christian í Grótinum.
Christian í Grótinum-samtakið fer at keypa uppsjóvarskipið Jupiter - og kvoturnar hjá skipinum - fara úr Kollafirði til Klaksvíkar.
Við dagsins kvotum kann Jupiter fiska umleið 9.300 tons av svartkjafti, 1.500 tons av makreli og umleið 1.100 tons av norðhavs- og heystgýtandi sild í ár.
Jan Petersen vil ikki upplýsa prísin fyri at keypa Jupiter og kvoturnar hjá skipinum.
Hoyr innslag í tíðindunum á nátturða:
Christian_i_Grotinum_Jupiter
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV