- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útfluttu fyri minni í ár
Útfluttu fyri minni í ár
Føroyar útfluttu fyri 12,5 milliardir krónur frá mars í fjør til februar í ár. Tað eru næstan 400 milliónir krónur minni enn frá mars í 2023 til februar 2024.

Mynd: Hagstovan
16.04.2025 - 16:42
Fimm lond keypa fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum.
Teirra millum er Russland.
Hini eru USA, Bretland, Danmark og Spania.
Føroyar útfluttu fyri 12,5 milliardir krónur frá mars í fjør til februar í ár.
Tað eru næstan 400 milliónir krónur minni enn frá mars í 2023 til februar 2024, skrivar Hagstovan.
Innflutningurin var 10,2 milliardir krónur frá mars í fjør til februar í ár.
Tað eru 923 milliónir krónur minni enn frá mars 2023 til februar 2024.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV