Royna enn at bjarga felagnum

Royna enn at bjarga felagnum
Samráðingar eru við kreditorar, áhugapartar og bretskar olju- og gassmyndugleikar um loysnir, so Atlantic Petroleum kann bjargast
Atlantic Petroleum stríðist framvegis við at bjarga felagnum, sum er komið illa fyri av lága oljuprísinum
 
05.02.2016 - 09:31

Atlantic Petroleum stríðist framvegis við at bjarga felagnum, sum er komið illa fyri av lága oljuprísinum.

Samráðingar eru við kreditorar, áhugapartar og bretskar olju- og gassmyndugleikar um loysnir.

Hesar samráðingar halda fram nú í februar, boðaði Atlantic Petroleum keypsskálunum frá í morgun.

SÍ EISINI Atlantic Petroleum megnar ikki at rinda lán

Men boðini til partaeigarnar eru framvegis tey, at eingin vissa er fyri, at tað fer at lukkast at bjarga felagnum. Tí kann endin gerast tann, at felagið kemur undir umsiting, fer í gjaldsstegð, ella verður endurskipað.

Felagið leggur upp fyri, at alt kann henda. Atlantic Petroleum selur tó framvegis olju. Í januar seldi felagið 23.000 tunnur.

Partabrævið í Atlantic Petroleum kostaði í gjár 6,10 krónur í keypsskálanum í Keypmannahavn og 6,65 krónur í keypsskálanum í Oslo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109