Fallandi oljuprísurin skakar oljuvinnuna

Fallandi oljuprísurin skakar oljuvinnuna
30.000 størv eru spard burtur í norsku oljuvinnuni síðan oljuprísurin byrjaði at falla fyri hálvumørðum ári síðani
Síðani oljuprísurin byrjaði at falla eru fleiri túsund størv spard burtur í norsku oljuvinnuni. Gongdin steðgar ikki fyribils, heldur greinari
 
04.02.2016 - 17:36

Sambært Torbjørn Kjus, oljuvinnugreinara, er einki sum bendir á, at gongdin við uppsagnum í norku oljuvinnuni fer at steðga í bræði.

Fyri at fáa gongd aftur á virksemið í oljuvinnuni, heldur greinari at oljuprísurin má tvífaldast - og tað verður ikki enn á sinni.

SÍ EISINI Almennur stuðul skal bjarga arbeiðsplássum

- Tí skulu vit vera vís í, at uppsagnirnar fara at halda fram í 2016, sigur Torbjørn Kjus við norska kringvarpið, NRK.

Tað eru ikki bara starvsfólk í oljuvinnuni, sum mugu svíða fyri lága oljuprísin. Størsta norska oljufelagið, Statoil, misti tilsamans 37 milliardir norskar krónur bara fjórða ársfjórðing í fjør.

Stjórnin vil ikki hjálpa oljuvinnuni

Norski oljumálaráðharrin, Tord Lien, heldur tó, at oljuvinnan sjálv kann gera nakað við trupulleikarnar.

Hann vísir á, at kostnaðarstøði í oljuvinnuni er sera høgt, og tað kann vinnan sjálv leggja í eina nýggja legu fyri at tryggja áhaldandi virksemi í framtíðini.

Norska stjórnin hevur higartil sýtt fyri, at lata almennan stuðul til bløðandi oljuvinnuna, men hevur tó verið noydd at hækka játtanina til arbeiðsloysisstuðul, tí uppsagnirnar hava verið so nógvar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109