Bilsølan veksur framvegis

Bilsølan veksur framvegis
Vøksturin í bilasøluni í Føroyum stendur við. Føroyingar innfluttu eisini fleiri brúktar bilar síðsta enn í januar í 2015
Føroyingar keypa framvegis nógvar nýggjar bilar, vísa nýggjastu tølini frá Akstovuni
 
04.02.2016 - 08:31

Í januar vórðu seldir til samans 139 nýggir persónbilar. Tað eru 47 fleiri enn sama mánað í fjør, vísir eitt yvirlit frá Akstovuni.

Vøksturin er sløk 52 prosent. Til samans vórðu seld 188 nýggj akfør í januar. Tað eru 71 fleiri enn fyri einum ári síðani.

Vøksturin er sløk 61 prosent. 16 brúkt akfør vórðu innflutt í januar, 10 fleiri enn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109