Somu manning hóast nýggjar eigarar

Somu manning hóast nýggjar eigarar
Nótaskipið Atlantsfarið broytir nú navn og fer at eita Norðhavið. Manningin verður at kalla tann sama, hóast skipið hevur fingið nýggjar eigarar
Atlantsfarið broytir nú navn og fer at eita Norðhavið. Manningin verður so at siga tann sama
 
03.02.2016 - 09:41

Fyri fjúrtan døgum síðan keyti Jógvan Martin Ferjá Joensen føroyska partin av Atlantsfarinum, sum nú eftir fleiri ár í Miðvági, hoyrir heima í Kollafirði.

Hollendingar eiga eisini í Atlantsfarinum. Hóast skipið hevur skift navn, eigara og heimstað, verður manningin at kalla tann sama, sum higartil hevur verið við skipinum.

Norðhavið fer á svartkjaftaveiðu so skjótt sum øll formlig viðurskifti í sambandi við yvirtøkuna av skipinum eru avgreidd, skrivar jn.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109