Útlendskir bussar í neyð í Vágsbotni

Útlendskir bussar í neyð í Vágsbotni
Í gjárkvøldið vóru tvær ferðir boð eftir løgregluni, tí tveir bussar høvdu koyrt seg fastan í Vágsbotni og sluppu ikki avstað aftur
 
01.05.2015 - 10:00

Tórshavnar Kommuna ger stóra trappu á økinum, har gamla matstovan, Perlan, stóð, og tí eg ferðslan nakað tarnað. 

Útlendsku bussarnir komu koyrandi oman eftir Tórsgøtu, og kláraðu ikki svingið við Hotel Tórshavn niðan móti Vaglinum, tí vegurin er smalkaður nakað. 

Christian Dahl, vaktleiðari á politistøðini í Havn, sigur, at annar bussurin slapp, við hjálp frá løgregluni, um svingið í Vágsbotni og kom niðan á Vaglið. Men hin bussurin mátti venda á Skálatrøð og koyra niðaneftir Tórsgøtu, - sama veg sum hann varð komin.

Ferðslan verður tarnað til á ólavsøku, tá trappan verður liðug.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050