Dómurin í lokkingarmálinum verður standandi

Dómurin í lokkingarmálinum verður standandi
Hvørki tann dømdi ella ákæruvaldið hava skotið dómin inn fyri landsrættin
Ein 58 ára gamal maður fekk fongsulsrevsing, eitt ár og níggju mánaðir, fyri 19 brot á revsilógina. (Savnsmynd)
 
05.01.2024 - 10:06

Dómurin hjá Føroya rætti í lokkingarmálinum verður standandi.

Freistin er farin, og hvørki tann dømdi ella ákæruvaldið hava appellerað til landsrættin.

Ein 58 ára gamal maður fekk fongsulsrevsing, eitt ár og níggju mánaðir, fyri 19 brot á revsilógina.

 

16 børn fyri ágangi

16 børn millum 10 og 17 ár vóru fyri kynsligum ágangi.

58 ára gamli maðurin var ákærdur fyri at hava nýtt sosiala miðilin Snapchat til at fáa samband við børn og síðani við appini Xrecorder tikið og goymt myndirnar uttan samtykki.

Á sosiala miðlinum segði maðurin seg vera ein ungan mann, í summum førum 14 ár, og fekk børnini at senda sær ósømiligar myndir av teimum. 

Misnýtslan er farin fram á fleiri sosialum miðlum, serliga á Snapchat, men eisini á TikTok og F3.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109